Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulsavtalu við føroyska fimleikaran Øssur Debes Eiriksfoss. Øssur vann heili 9 heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Bermuda í summar.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulsavtalu við føroyska fimleikaran Øssur Debes Eiriksfoss. Øssur vann heili 9 heiðursmerki á Oyggjaleikunum á Bermuda í summar.
Øssur Debes Eiriksfoss sigur, “Eg eri sera fegin um samstarvið við Tryggingarfelagið Føroyar, ið fer at betra um møguleikarnar at menna meg ítróttarliga meðan eg lesi á universitetinum.”
Øssur kappaðist bæði í fimleiki og frælsum ítrótti á oyggjaleikunum á Bermuda. Hann vann silvur í trýstøkk og hæddarlopi umframt 7 heiðursmerki í filmleiki. Millum annað tvey gull heiðurmerki í lop yvir hest og gull í liðkapping.
Síðan Øssur flutti til Danmarkar at lesa og venja, hevur hann tikið seg nógv framm í fimleiki og er m.a. úttikin til danska fimleikalandsliðið, sum fer at luttaka í HM í Belgia í oktober, har hann skal kappast í lop yvir hest og gólv.
Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Vit vilja vera við til at menna føroyskar fimleikarar og íðkarar innan frælsan ítrótt og gleðast tí um, at vit kunnu stuðla undir menningini hjá Øssuri. Okkara samstarv við Øssur fer at geva honum betur møguleikar at menna seg og at skapa úrslit, bæði í Føroyum og uttanlanda.




