Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fekk týðandi stig

Jákup Ósá Myndir:Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) Hesaferð var KÍ 1 minutt og 20 sekund frá fyrsta sigrinum í 5 mánaðir og tí fyrsta sigrinum móti EB/Streymi á heimavølli í 10 ár. Men Egil á Bø bjargaði sundalagsmonnum eina stigið í yvirtíðini. Samanlagt er 1 stig hjá KÍ tó sera týdningarmikið í botnstríðnum.

Tað bleiv sum til hinar dystirnar í ár millum KÍ og EB/Streym. Stórt undirhald og nógvir mál møguleikar. KÍ fekk dreymabyrjan, tá Páll A. Klettskarð revsaði mistak í EB/Streyma verjuni. EB/Streymur tók yvir og sat á meginpartinum av spælinum í fyrra hálvleiki, men tó uttan at koma til so ræðuliga nógvar stórar møguleikar.

Í seinna hálvleiki økti KÍ beinanvegin, tá gott álop endaði við, at Henry Heinesen spældi inn fyri til Páll A. Klettskarð. Men stokkut var gleðin, tí Niels Pauli B. Danielsen minkaði um munin beinanvegin. Men tey sum sótu og bíðaðu eftir 2-2 útjavnandi málinum fóru skeiv, tí Heðin Klakstein økti, tá ein tími var farin, eftir framúr forarbeiði frá Heðin á Lakjuni.

Avgerandi løtan

Tann avgerandi løtan í dystinum kom eftir 3-1 málið. EB/Streymur sendi Egil á Bø fram í álopið og tað gjørdi, at teir spældu við trimum í verjuni, meðan miðvøllurin eisini var sera framrættaður. Hetta viðførdi, at KÍ nærmast hvørja ferð teir tordu at spæla seg úr verjustøðu fingu skapt yvirtalsstøður og tað var í heilum, at teir bláu komu við trimum móti tveimum ella kanska serliga fimm móti trimum. Neyvleiki manglaði og leikararnir hildu ikki høvdið kalt, tí liðið hevur neyvan havt so stórar og nógvar møguleikar at punktera ein dyst móti EB/Streymi í fleiri ár. Møguleikar eftir møguleikar blivu spiltir burtur og so kundi Leif Niclassen í 79. minutti skora til 3-2, og tá vistu tey flestu – við KÍ søguni 2013 í huga – hvat klokkan hevði sligið. Henry Heinesen, sum fram til hevði leikt ein sera góðan dyst, fekk sítt seinna gula kort í 83. minutti og tá bleiv tað eyka hart hjá KÍ liðinum, sum arbeiddi kanska harðari enn nakrantíð í dag. EB/Streyma trýstið øktist og í 92.20 minutti eydnaðist tað hjá teimum, tá innlegg fann Egil á Bø, sum úr stuttari frástøðu var tryggur. Seinastu góða minuttin kom eingin mál møguleiki afturat, so endaliga støðan bleiv 3-3.

Eitt týðandi stig fyri KÍ

KÍ – væl stuðlaðir av einari mælskari heima áskoðarafjøld -vísti í dag ein stríðsanda, sum sjáldan sæð áður í ár. Leikararnir arbeiddu saman sum eitt lið og hóast spælið ikki hekk serliga væl saman í fyrra hálvleiki, so fingu teir bláu eisini hildið EB/Streymi frá teimum stóru møguleikunum. Tá Heðin Klakstein økti til 3-1 kom liðið í eina góða støðu, og dysturin bleiv sera opin, tí EB/Streymur blakaði alt fram. Tað var hesa løtuna, at KÍ ikki kendi sína vitjunartíð, tí har vóru nokk av møguleikum og opnum plássi, sum møguleikar ikki komu burturúr, at økja til 4-1, sum helst hevði avgjørt dystin. Seinastu løtuna var bara spurningur um tíð, áðrenn EB/Streymur fór at javna og tað hendi so inni í yvirtíðini, og var ikki heilt óuppiborið útfrá trýstinum seinastu løtuna. KÍ fekk eitt stig, sum undan dystinum helst hevði verið meira enn góðkent hjá heimaliðinum. At liðið missur tvey máls leiðslu burtur hava áskoðararnir eftir hondini vant seg við og í miðlunum skapar tað ikki yviskriftir longur. KÍ kann í veruleikanum væl liva við eina stiginum, tí TB kemur undir øllum umstøðum ikki uppum strikuna eftir hetta umfarið. Eina stigið kann eisini fara at vísa seg at vera týdningarmikið hjá EB/Streymi, tí kappingin um Europa League plássið er hørð. Samanumtikið ein málríkur, spennandi og undirhaldandi dystur í Klaksvík í dag, har javnleikurin samanlagt mundi vera á góðari leið útfrá spæligongdini.