Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vendu hóttandi tapi til sigur

Oliver Joensen

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin í dystinum millum Stjørnuna og VB, var støðan 8-1 til VB. So vaknaðu stjørnuleikarnir……

Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin í dystinum millum Stjørnuna og VB var støðan 8-1 til VB. So vaknaðu stjørnuleikarnir, og 10 minuttir seinni vóru tær á odda 10-9.

VB legði fyri sum eitt óløgi, serliga vóru tað nýggju útlendsku leikarnir, sum vóru ágangandi, og sum stjørnuverjan hevði trupult við at steðga. So tók venjarin hjá Stjørnuni time-out, og tað skuldi vísa seg at hjálpa. Verjan bleiv betur skipað, og samstundis sum málverjin hevði fleiri góðar bjargingar, og sum hálvleikurin leið, át Stjørnan seg stútt og støðugt inn á VB. Hálvleiksstøðan var 11-10 til VB.

Seinni hálvleikur gjørdist rættiliga spennandi og undirhaldandi. Tá seinni hálvleikur var 4 minuttir gamal, var Stjørnan á odda 13-12, og høvdu tær leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum, men munurin var ongantíð størri eitt og tvey mál. Endaliga úrslitið gjørdist 23-18 til heimaliðið. Ein søtur sigur til unga og undirmetta stjørnuliðið.

Málskjúttar hjá Stjørnuni: Ana Maria Ecaternescu 5, Una Váðklett 4, Ella Petersen 4, Jancy Jacobsen 4, Edith Hansen 2, Mina Sirdal 1 og Jóhanna í Króki 1.