Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen lýgur okkum næstan upp i gronina

Øssur Winthereig

Jørgen Niclasen er heilt nær við at lúgva fólki beint upp í gronina. Hansara mantra hevur verið og er, at tað ringasta í verðini er, at undirskot er á fíggjarlógini, skrivar kendi journalisturin Øssur Winthereig.

Jørgen Niclasen er heilt nær við at lúgva fólki beint upp í gronina. Hansara mantra hevur verið og er, at tað ringasta í verðini er, at undirskot er á fíggjarlógini, skrivar kendi journalisturin Øssur Winthereig.

Ikki øll halda, at tað er tað ringasta í verðini, men um vit royna at fylgja logikkinum hjá Jørgen, so roynir landsstýrismaðurin at snúgva sær uttan um sannleikan.

Fyri einum ári síðani segði Jørgen Niclasen, at undirskotið fyri í ár – 2013 – fór at vera 243 mill. kr.
Hetta talið hevði einki hald í veruleikanum. Í búskaparfrágreiðingini stendur, at nú verður undirskotið fyri 2013 mett at vera 448 mill. kr – altso meiri enn 200 mill. kr hægri.

Og hvussu ber so tað til?

Fyrst er ein jokari inni í øllum hesum fíggjarlógartosinum. Og tað eru íløgurnar.
Hvørt ár verður samtykt, hvussu nógv skal brúkast til íløgur, men ferð eftir ferð vísir tað seg, at tey, sum skulu gera íløgurnar klára tað ikki. Sostatt loypir av hvørt ár til íløgur.

Frá 2012 til 2013 lupu 170 mill. av, sum vóru fluttar til 2013.

Tað vil siga, at fyri hvørja krónu, sum brúkt verður av hesum fluttu íløgunum í ár, hækkar undirskotið tilsvarandi.