Ársins strikuspælari og ein av føroya bestu verjuleikarum vendur nú aftur til KÍF.
Í 2011-12 var Tony Weyhe valdur til ársins verjuleikara og kom eisini á ársins lið sum strikuspælari sama ár. Fyri kappingina í 2012-13 kom hann aftur á ársins lið sum strikuspælari eftir sannførandi avrik hjá greupuvinnarunum úr KÍF. Ársins lið verður valt av landsliðsvenjaranum.
Eftir kappingina í fjør gjørdist greitt, at Tony Weyhe fór av landinum og tí ikki fór at spæla við KÍF hetta kappingarárið. Men nú er greitt, at Tony vendur heim aftur og kemur eftir ætlan at spæla alt kappingarárið við KÍF. Robert Poulsen, ið situr í bólkinum, sum tekur sær av leikara viðurskiftum hjá besta liðinum hjá KÍF, váttar fyri Norðlýsinum, at Tony nú aftur verður í KÍF og eftir ætlan spælir alt kappingarárið við teimum reyðu. “Ætlanin er, at hann verður partur av hópinum ein av komandi dystunum, møguliga longu nú sunnudagin tá KÍF skal til Vestmanna at spæla móti VÍF”
Tað er serliga í verjupartinum, at Tony verður mettur sum ein tann besti yvirhøvur í føroyskum hondbólti, so talan er uttan iva um sera góðan styrk hjá kollfirðingum.
Myndin er tikin á gallaveitsluni í Klaksvík 2012, tá Tony Weyhe og Una Olsen vunnu heiðurn sum ársins verjuleikarar.




