Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eliesar fær einki met tikið

Jákup Ósá

Eliesar Olsen fær ikki tikið metið sum yngsti venjarinnakrantíð í bestu mansdeildini í fótbólti.

 

Í vikuskiftinum segði Skála venjarin Eliesar Olsen við Rás 2, at hannhevði sett sær sum mál at vera  yngstivenjarin nakrantíð í bestu mansdeildini. Eliesar er 24 ára gamal, men hannlegði eisini afturat í samrøðuni, at hann kendi ikki til metið.

 

Norðlýsið hevur heldur ikki kannað allar venjarar gjøgnumtíðina í bestu deildini, men ein venjari er í øllum førum, sum var yngri ennEliesar. Í 1977 og 1978 var Tony Paris venjari hjá KÍ í bestu deildini. Tony erføddur 30. Apríl í 1955 og var sostatt einans 22 ár, tá hann vandi KÍ á fyrstasinni í bestu deildini.

 

Sostatt kann Skála venjarin Eliesar Olsen ikki taka metið sum yngsti venjarin nakrantíð í bestu deildini í 2014.