Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fróðskaparsetrið eftirmetast

Mentamálaráðið

Fróðskaparsetur Føroya verður nú eftirmett av uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett. Frágreiðing verður eftir ætlan liðug á heysti 2014.

Fróðskaparsetur Føroya verður nú eftirmett av uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett. Frágreiðing verður eftir ætlan liðug á heysti 2014.

Serfrøðinganevndin hitti landsstýrismannin á fundi mánadagin, og í gjár var nevndin á vitjan á øllum deildum á Fróðskaparsetrinum.

Tey, ið manna serfrøðinganevndina eru: Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari, University of Zürich. Mentamálaráðið fer at veita nevndini skrivarahjálp í sambandi við arbeiðið.

Serfrøðingarnir skulu meta um virksemið á Fróðskaparsetrinum í síni heild. Tey fáa fríar teymar at meta um øki, ið tey sjálv halda hava týdning fyri ein útbúgvingar- og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði.

Endamálið við eftirmetingini er, at Fróðskaparsetrið fær altjóða viðurnenning og at vit gerast partur av Bologna-avtaluni, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.

Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya er ásett, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og at uttanhýsis serfrøði skal gera eftirmetingina. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein slík uttanhýsis eftirmeting verður gjørd. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum.

Tórshavn, 2. oktober 2013