Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skert KÍ lið á Argjum

Jákup Ósá

KÍ verður uttan minst 4 leikarar til dystin leygardagin.

KÍ skal manna heilt nýggjan sentralan miðvøll, nú báðir teir verjukendu miðballa leikararnir sita uttanfyri við leikbanni móti AB.

Leygardagin kl. 17.00 spælir KÍ sín trið seinasta dyst hetta kappingarárið. Sum til flestu dystirnar seinastu tíðina, so stendur nógv uppá spæl, tí KÍ og TB liggja framvegis lið um lið, har KÍ framvegis er frammanfyri, men einans við betri málúrtøku.

KÍ liðið er skert til dystin leygardagin. Atli Danielsen og Henry Heinesen, sum hava mannað verjukenda miðvøllin seinastu tveir dytsirnar, sita uttanfyri við leikbanni og tað sama ger Jóhan Jacobsen. Ísak Simonsen og Sørmundur Kalsø sótu uttanfyri seinast við skaðum, men Sørmundur hevur vant í vikuni og er møguliga uppá tal til liðið í vikuskiftinum. Hinvegin er Álvur Christiansen tøkur aftur eftir leikbann seinast. Álvur kemur uttan iva inn á høgra vong, har Heðin Klakstein seinast royndist væl sum avloysari, men sum hesaferð helst fær meira sentralan leiklut. Hjá KÍ eru bestu boðini uppá sentrala miðvøllin, at Ivan Joensen og Heðin Klakstein taka tey bæði plássini. Men aðrir møguleikar eru eisini sum eitt nú Tórur Justesen og Hjalgrím Elttør, ið spældi har størsta partin av kappingarárinum í fjør. Aðrir møguleikar eru, at geva onkrum leikara heilt nýggjan leiklut.

Hjá AB hevur Beinir Ellefsen leikbann, men sum skilst verður Rógvi Poulsen tøkur til dystin, hóast hann fekk ein skaða seinast móti TB.

AB hevur vunnið 7 heimadystir á rað og seinastu tíðina hava teir ikki gjørt nógvar broytingar á liðinum. Vit tippa at Jónas Stenberg, sum annars hevur spælt høgri bakkur fyrr í ár, tekur plássið hjá Beinir, meðan liðið annars verður tað sama sum seinast móti TB. 

Niðanfyri hava vit eitt boð uppá uppstillingarnar til dystin leygardagin.