Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg bleiv illa fyri og keddur

John William Joensen

Undir fíggjarlógarviðgerðini í gjár bleiv Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum spurdur um eina viðmerking til høvuðstíðindini í Kringvarp Føroya at nýføðingar sum komu í verðina á Suðuroyar Sjúkrahúsið vóru fimm ferðir so dýrir fyri samfelagið enn teir sum føddir vóru á Landssjúkrahúsinum.

Landsstýrismaðurin svaraði nakað soleiðis:

Skal eg siga sum er so hoyrdi eg hatta og eg gjørdist illa fyri og keddur um at man nú var farin at gera kostnaðin av Heilsuverkinum upp uppá ein so út av lagið skeivan og niðurgerðandi máta.

Hatta var so langt úti og skeivt at eg havi als ikki hug til at fara inn í hatta kjakið, segði landsstýrismaðurin m.a.

Norðlýsið hevur við rokniháttinum hjá Kringvarpinum rokna seg fram til at tað er bíligast fyri samfelagið um allir nýføðingar verða føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.

LES MEIRA HER: