Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur løgmaður yvirtikið heilsumál?

Eyðgunn Samuelsen

Tað undrar stórliga, at løgmaður meldar út, at nú skulu sjúkhúsini hava eina leiðslu. Heilsuverkið er, sum øllum kunnugt, ikki málsøki hjá løgmanni.

Tað undrar stórliga, at løgmaður meldar út, at nú skulu sjúkhúsini hava eina leiðslu. Heilsuverkið er, sum øllum kunnugt, ikki málsøki hjá løgmanni.

Síðan henda samgongan tók við hevur hon arbeitt við eini heilsunýskipan. Nú valskeiðið er hálvrunnið skilst, at aðalorðaskifti verður um heilsunýskipanin um 1-2 vikur. Spurningurin er, hví tað er neyðugt at taka hetta orðaskiftið, tá samgonguleiðarin longu hevur meldað út, hvussu leiðslubygnaðurin skal verða.

Tað, sum er neyðugt fyri framtíðina hjá heilsuverkinum er greitt at áseta, hvat virksemi skal verða á teim trimum sjúkrahúsunum. Hetta fyri, at sjúkrahúsini fáa frið at menna sínar kjarnutænastur, ið er so góða viðgerð til sjúklingin sum yvirhøvur møguligt. Hetta hevur nógv størri týdning enn at skipa ein yvirbygna fyri okkara heilsuverk, ið vit als onga trygd hava fyri, fer at spara nakað sum helst. Snøgt sagt óttist eg fyri, at hetta lættliga kann gerast ein dýrari og meira umsitingarliga tung loysn.

Áheitan á samgonguna

Eg fari tí at heita á samgonguna, um at brúka orkuna til at seta út í kortið, hvat virksemi skal verða á okkara sjúkrahúsum, heldur enn at fløkja seg inn í eitt eljustríð um leiðslubygnaðin, sum flytur fokus frá sjúklinginum, dygdini, innihaldinum og viðgerðini.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna