Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heima verður flett og í Danmark verður tuskað

Danial Viðoy

Tvinnir eru kostirnir, plaga vit at siga. Í Føroyum hevur heystið fingið fastatøkur og tískil eru fleiri kjallarar og garagur fullar av spentum monnum – og kvinnum, sum bíða eftir vekt ella standa og tumma. Í Keypmannahavn tuska fólk fyri at náa eina rúgvu av handlum, fáa tað síðsta av vegnum so vikuskiftið kann byrja. Norðlýsið hevur verið í Keypmannahavn við myndatólinum fingið nakrar livandi myndir.

Keypmannahavn: Inni á “Strøgnum” er altíð ferð á. Á súkklubreytini er altíð ein súkkla. Á vegnum eru nógvir bilar og javnan ein larmandi sjúkrabilur. Í Føroyum eru vit von at hoyra eitt vindblak og barnaspæl, í Keypmannahavn eru tey von at hoyra nógvar bilar, nógv fólk og larmandi sjúkra- ella løgreglubil. Tað er ein munur.

Hendan vikan er um at vera av. Nógv skal fáast av vegnum áðrenn eitt kærkomið vikuskiftið kann byrja.

Undirritaði hevur gjørt eina roynd at lýsa ein fríggjadag í Keypmannahavn. Hetta varð úrtøkan: