Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lærarar frá vinarbýunum hittast í Klaksvík

John William Joensen

Sum partur av vinarbýarsamstarvinum hjá Klaksvíkar kommunu, sum eru Tróndheim, Norrkøping, Tammerfors, Odense og Kópavogur, er skulasamstarv ein av setningunum. Hetta snýr seg um seturskúlar fyri 8. floksnæmingar, sum er upp á skift millum býirnar. Í ár var seturskúlin í Norrkøping. Partur av skúlasamstarvinum er eisini, at lærarar hittast, eins og skúlastjórar eisini hittast til serligar skúlafundir.

Í hesum døgum eru 15 lærarar frá vinarbýunum Odense, Tróndheimi, Norrkøping og Tampere við á fundi í Klaksvík, har ymiskt innan skúlaskap verður havt á lofti. Hesir lærarafundir eru upp á skift millum býirnar.

Vitjað verður eisini víða um fyri at kunna seg um viðurskift her og annars tað, ið knýtir seg at skúlanum. Nú flettingin stendur fyri durum, sleppa tey eisini at royna seg sum tummarar, vambakonur, pylsuseymarar o.a.m. Sjálvandi verður eisni borðreitt við hesum, og ein góð lambasteik bíðar teimum eisini.

Umframt fundir í skúlanum og eina kunning um Klaksvík í breiðari merking í býráðshøllini, skulu lærarnir frá vinarbýunum síggja Christianskirkjuna og fara eisini eina útferð í Kalsoynna, har tey m.a. síggja smiðjuna á Trøllanesi og skúlan í Mikladali.

Teir 15 lærarnir, sum komu mánadagin, lata væl at og halda, at her er serliga vøkur náttúra. Lærarnir frá vinarbýunum hjá Klaksvíkar kommunu fara heim aftur fríggjadagin.
Fleiri myndir