Í samband við dystin í 1 deild, leygardagin 4 okt. Millum Skála – Eb/streym, verður samstundis lítíð hátíðarhald tá nýggji vøllurin alment verður tikin í brúk.
Í samband við dystin í 1 deild, leygardagin 4 okt. Millum Skála – Eb/streym, verður samstundis lítíð hátíðarhald tá nýggji vøllurin alment verður tikin í brúk.
Dánjal Jákup, í fólk flest knýta við asfaltering, er ein av teimum sum eigur stórst æru av at stadionøki er so væl útbygt og viðlíkahildið. Hann kemur at skjóta fyrsta sparkið ímóti eini aðrari eldsál í Skála Ítróttarfelag, nevnliga Hans Jákup Andreasen – formaður felagsins í eitt langt tíðarskeið.
Vit síggja fram til at síggja nógv viðhaldsfólk og onnur áhuga til seinasta dystin í ár, har leikarar og fólkið kring liðið samstundis, fáa heiðurprógv fyri uppflytingina í bestu deildina.
Skráin fyri leygardagin er hendan.
– Kl. 15.00 Runavíkar kommuna handar ítróttarfelagnum vøllin (Umboð fyri kommununa heldur røðu og evt. umboð fyri felagið)
– Kl. 15.10 Fyrsta offisiella sparkið verður skotið. Dánjal Jákup ímóti Hans Jákup
– Kl. 15.15 Dysturin ímillum 1. deildarliðini Skála – EB/Str byrjar.
– Kl. 17.00 Medaljuhandan
– Kl. 17.30 Móttøka í Bygdarsalinum og heiðran av spælarunum. Suppa og køkur eru at fáa til matna




