Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir byrjar á heimavølli leygardagin

Jákup Ósá

Greipuvinnararnir seinastu árini fáa vitjan av Terjuni leygardagin.

Kvinnurnar hjá Mjølnir hava seinastu árini sitið tungt á kvinnu flogbóltinum og vunnið fleiri greipur m.a. í fjør. Men síðani seinasta kappingarár hevur liðið havt ávísa frágongd, har landsliðsleikararnir Sofía Purkhús, Eina Kalsø og Birgit Guttsen eru farnar av landinum. Tískil verður spennandi at síggja, hvussu hetta fer at ávirka liðið, sum væntandi fær tað truplari í ár og neyvan er favorittur til at vinna FM.

Landskappingardysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygardagin kl. 13.00. Landskappingin hjá monnunum byrjar seinast í oktober.