Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin sleppur ikki at hava aðalfund?

John William Joensen

Sambært viðtøkunum hjá elstu politisku rørsluni í Føroyum, Sambandsflokkinum, skulu landsfundirnir lýsast í Dimmalætting mist 14 dagar frammanundan – og soleiðis hava skiftandi leiðslur í Sambandsflokkinum gjørt síðan 1906 – men nú er eingin Dimma longur og hetta gevur ikki sørt av høvuðurbrýggj

Sambært viðtøkunum hjá elstu politisku rørsluni í Føroyum, Sambandsflokkinum, skulu landsfundirnir lýsast í Dimmalætting mist 14 dagar frammanundan – og soleiðis hava skiftandi leiðslur í Sambandsflokkinum gjørt síðan 1906 – men nú er eingin Dimma longur.

Um aldarskiftið (2000 – 2001) var gamla reglugerðin annars broytt soleiðis at blaðstjórin í Dimmalætting ikki longur hevði sæti í ovastu leiðslu flokksins (landsnevndini) men aðalfundurin valdi tó at varðveita niðanfyri §8:

§ 8. Fundarlýsing og tíðarfreist fyri skipan av nevndum

Landsfundir og aðalfundir í veljarafeløgum í teimum einstøku valdømunum skulu lýsast í Dimmalætting minst 14 dagar frammanundan. Nevndirnar skipa seg í seinasta lagi tríggjar vikur aftaná nevndu fundir og aðalfundir.

Nú er Dimmalætting í skiftirættinum og tað er neyvan sannlíkt at skiftirætturin fer at geva blaðið út fyri at lýsa aðalfundin hjá Sambandsflokkinum.

Undir øllum umstøðum verður hendan paragraffin nú strika, men til tess krevst ein lógliga lýstur aðalfundur – og hann kann bara lýsast í Dimmu sum ….. ?

Livst so spyrst!

Harleyfacadeacryl