Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endiliga bragdaði hjá KÍ

Jákup Ósá

Tað var nærum talan um eina stórhending í dag, tá KÍ ímóti øllum væntanum vann og samstundis helt nullið og eina leiðslu. Jú, alt gekk upp í eina hægri eind hjá KÍ, sum vann sín fyrsta sigur í 158 dagar og samstundis var hetta fyrsti sigurin hjá Eyðun Klakstein.

Álvur Christiansen legði KÍ á odda beint eftir hálvleik og tað var kanska verri fyri flestu KÍ viðhaldsfólk enn um støðan var 0-0. Tí hagtølini, tá KÍ kemur framum eru alt annað enn góð. Men í dag helt tað allan vegin, og hóast AB kom til nakrar stórar mál møguleikar, so helt KÍ nullið fyri fyrstu ferð síðani fyrsta umfar í landskappingini.

Fyrsti sigur hjá KÍ í 158 dagar, fyrstu ferð KÍ helt nullið í 222 dagar, fyrsti sigur hjá Eyðun Klakstein, fyrstu ferð eitt lið fær stig á Argjum í 8 dystum…..ja hetta var av sonnum dagurin, tá alt gekk upp í eina hægri eind hjá frammanundan kreppurakta KÍ. Ikki løgið, um allir KÍ viðhaldsmenn ganga við einum stórum smíli í øllum førum fram til kl. 17.00 sunnudagin, tá dysturin millum B36 og TB er liðugur. Úrslitið í tí dystinum avgerð sera nógv í botnstríðnum, har TB má hava stig.

Mynd: Símun á Høvdanum

Harleywoodpaint