Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torbjørn Olsen framsýning í Ribarhúsi

John William Joensen

Fríggjadagin 11. 0ktobur kl 17:00 letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp málningaframsýning í Ribarhúsi.

Fríggjadagin 11. 0ktobur kl 17:00 letur Torbjørn Olsen, listamaður, upp málningaframsýning í Ribarhúsi.

Litríku myndir hansara liva sítt sæla lív á løriftinum í inniligum og viðkvomum brøgdum, har flatirnar hálsfena hvør aðra og skapa eina heildarkenslu av einum livandi pensli, sum livir sítt fjalna lív undir listamansins hond. Men tá ið pensilin fer at dansa á løriftinum, er tað eins og eitt gosfjall , ið letur sína gosmyrju renna niður eftir fjallasíðuni. Ja hetta er eitt listligt ríkidømi, sum vit onnur kunnu hava gleði av og njóta.

Framsýningin er opin hvønn dag frá kl 15:00 til 17:30 , leygardag frá kl 11:00 til kl 13:00 og ikki opin sunnudag. Framsýningin hongur uppi til mánadgin 28. oktobur.