Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystlegan “ljós heimins” byrjar nú fríggjakvøldið – Zarepta

Nordlysid

Á www.zarepta.fo verður í løtuni meldað til heystleguna, sum byrjar komandi fríggjakvøld 11. oktober og endar mikumorgunin.

Á www.zarepta.fo verður í løtuni meldað til heystleguna, sum byrjar komandi fríggjakvøld 11. oktober og endar mikumorgunin.

 

 

“Ljós heimsins” er evnið fyri heystleguna í Zarepta, sum er ungdómslegan í heystferiuni hjá skúlunum.

 

Heystlegan er seinasta Zarepta-legan í árinum, áðrenn vetrarskráin byrjar, og tey, sum kunnu luttaka í ár, eru ungdómar, sum í árinum fylla 15, 16 ella 17 ár.

 

Av royndum vita vit, at dámurin á Heystlegunum er nakað fyri seg, av tí at legan liggur um heystið, tá ið kvøldini eru byrjað at leingjast, og tað gevur leguni ein serligan hugna, sum tey ungu njóta.

 

Fyri tey 17 ára gomlu er Heystlegan nakað heilt serligt, tí hetta er tann seinasta av øllum barna- og ungdómslegunum, sum tey hava høvi at vera við til sum leguluttakarar.

 

Eins og til summarlegunar er ferðing til og frá leguni við bussum. Nærri upplýsingar um hetta og leguna annars eru at finna á www.zarepta.fo.