Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Posthúsið í Klaksvík yvirtikið

John William Joensen

Móttøkan verður týsdagin 8. okt. kl. 15.00 á Posta. “Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” er sjálvstøðugur grunnur, sum hevur fingið byrjunarpening frá Klaksvíkar býráð og hevur nú yvirtikið bygningin hjá Posta á Klaksvíksvegi 2 í Klaksvík. Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlin og Klaksíkar Sjónleikarafelag stendur í boði at húsast í bygninginum. Tó heldur Posta og Heilsutrygd fram í húsinum í eini rímiligari skiftistíð.

“Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” er sjálvstøðugur grunnur, sum hevur fingið byrjunarpening frá Klaksvíkar býráð og hevur nú yvirtikið bygningin hjá Posta á Klaksvíksvegi 2 í Klaksvík.

Norðoya Listafelag, Tónlistaskúlin og KlaksíkarSjónleikarafelag stendur í boði at húsast í bygninginum.

Tó heldur Posta og Heilsutrygd fram í húsinum í eini rímiligari skiftistíð.

Í samabandi við móttøkuna hevur Norðoya Listafelag sett upp eina lítla listaframsýning til høvið. Næmingar frá Tónlisatskúlanum spæla og umboð fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag framføra brot úr leiki.

Skrá:

Kl. 15:00 næmingar úr Tónlistaskúlanum spæla

Kl. 15:15 Joel undir Leitinum, stjóri á Posta og Signhild V. Johannesen, forkvinnan íGrunnurin Mentanarhús í Klaksvíkskriva undir keypið

Kl. 15:20 Signhild V. Johannesen, forkvinnan í “Grunnurin Mentanarhús í Klaksvík” heldur eina røðu

Kl. 15:40 Joel undir Leitinum, stjóri á Posta heldur røðu

Kl. 15:45 Klaksvíkar sjónleikarafelagið eigur gólvið

Kl. 15:55 Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu

Kl. 16:00 Boðið verður til ábit og okkurt at leska sær við

Kl. 16:00 Listarframsýningin opin

Kl. 16:00 Næmingar úr Tónlistaskúlanum spæla

Kl. 16:15 Orðið frítt – og hugni

Tiltakið er almennt – Øll vælkomin!