Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kasakhstan tveir sigrar á útivølli í 9 ár

Jákup Ósá

Kasakhstan hevur tveir sigrar á útivølli í HM og EM undankappingar dystum í 9 ár.

Tað er eitt lið, ið vanliga ikki trívist væl á útivølli, sum føroyska liðið møtir fríggjakvøldið.


Fríggjakvøldið kl. 18.00 spælir Føroyar næst seinasta heimadyst hesa undankappingina. Kasakhstan vitjar og hevur hetta allatíðina verið mett sum dysturin, har møguleikin fyri at fáa stig er størstur.


Vit hava hugt eftir úrslitunum hjá Kasakhstan á útivølli í HM og EM undankappingar dystum síðani teir komu uppí UEFA, har teir spældu fyrsta undankappingar dyst í 2004.

2006 HM undankapping: 5 tap og 1 javnleik (Móti Georgia)

2008 EM undankapping: 4 tap og 2 javnleikir (Belgia og Azerbadjan)

2010 HM undankapping: 4 tap og 1 sigur (Andorra)

2012 EM undankapping: 5 tap

2014 HM undankapping: 3 tap (mangla dystir móti Føroyum og Írlandi)