Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn skelkaður av andstøðuni

John William Joensen

Sjáldan hevur man verið meira skelkaður enn tað sama, táið tað hendan fyrrapartin frættist í miðlunum, at andstøðan var í holt við at leggja misálit á løgmann í tinginum. Dagsskráin varð ruddað, og kampurin um valdið kundi byrja, skrivar fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldi

Sjáldan hevur man verið meira skelkaður enn tað sama, táið tað hendan fyrrapartin frættist í miðlunum, at andstøðan var í holt við at leggja misálit á løgmann í tinginum. Dagsskráin varð ruddað, og kampurin um valdið kundi byrja, skrivar fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldi.

Løgmaður var illa trevsaður frammanundan, mánaðardrúgva bombardementið úr øllum sjónarhornum var farið illa við honum, tí kann tað vera, at onkur tevjaði blóð. Teimingin var kortini skandaløs, og uppaftur verri var tað, at ein triðingur av tí einu andstøðutingmanningini ikki atkvøddi fyri egnum uppskoti um misálit á landsins oddvita.

Hvør ið hevur orkestrerað hetta misálitisálopið má tann góði Guð vita, tað hongur ikki farrin av taktiskum hønuviti uppi við hesi merkiligu roynd. Áðrenn hesin dagurin rann úr dimmalættingini lá andstøðan omaná, tey flestu bíðaðu bara eftir, nær Kaj Leo fór at hoykna undir trýstinum, fleiri symptomir góvu ávaringar um, at hann alt meira var farin at líkjast einum groggy-nevaleikara, sum treiskur bíðaði eftir tí seinasta upper-kuttinum.

Seinrapartin byrjaði so stríðið ímillum eina tilsýnilátandi óyvirvinniliga andstøðu og ein illa særdan og politiskt deyðkomnan løgmann, ið var bumbaður niður í flórin sum ein politiskt deyðkomin kálvur. Nakrar tímar seinri lá andstøðan kortini sum hesir á háls skornu hvalirnir á myndini, onkur skutlaður svam eftir í egnum blóði, meðan Kaj Leo Holm Johannessen aftur stóð á politiska samgongubásinum sum ein væltrimmaður nýsloktur kálvur, eftir endaliga at hava punkterað CIP-málið við almikið góðari hjálp frá andstøðuni, sum als ikki kendi sína vitjanartíð.

Sic transit gloria mundi, sigur tann einasti av 33 tingmonnum, sum í 2008 á Føroya løgtingi atkvøddi ímóti, at Kaj Leo gjørdist Føroya løgmaður. Nú situr hann í hvussu er hetta valskeiðið út. Um ikki okkurt heilt óvæntað fer at henda ímillum hann og supersufflørin í Kvíggjartúni, – og tað er lítið hugsandi.

Harleyfacadeacryl