Búnaðarstovan og Runavíkar kvøldskúli skipa fyri yrkisskeið innan landbúnað í samstarvi við Mentamálaráðið. Hetta skeiðið byrjaði hóskvøldið 26. september. Skeiðsfrálæran fer fram á Búnaðarstovuni, men av tí at so stórur áhugi er fyri skeiðnum – har um 50 næmingar hava teknað seg, verður undirvíst á netinum eisini.

Skeiðið er tvey kvøld um vikuna frá 19 – 22 og er fram til seint í mai 2014. Samstarv er gjørt um hølir, har tú kann fylja undirvísinini á nettalvu. M.a. á Sjónám í Klaksvík, í Skúlanum við Løkin í Runavík, men onkur av næmingunum sita heima og fylgja netundirvísingini við teldu og enntá onkur av næmingunum eru til skips, men fylgja tó undirvísingini við teldu.
Næmingarnir fara til próvtøku í øllum lærugreinum, og til seinast ger hvør næmingur eina verkætlan. Hetta skeiðið gevur førleika til at festa øll festi uttan mjólkneyt, treytað av at næmingurin hevur neyðugan praktiskan førleika.
Tá ið við vitjaðu á Sjónámi í Klaksvík, sótu fimm sera áhugaðir næmingar í rúmligari stovu við hvør sínari teldu og skrivaðu niður frá undirvísingini, sum gekk fyri seg á nettalvuni – við ongum lærara, men við góðari ljóðgóðsku frá Búnaðarstovuni í Kollafirði. Teksturin og myndirnar broyttust, sum undirvísingin leið, alt eftir hvat lærarin eini 60 km burtur í vegalongd greiddi frá.
So nú koma tveir tilstundandi bøndur úr Gerðum, Andras og Óli at gerast bøndur umvegis telduna. “Soleiðis var tað ikki fyrr, tá mátti tú nýta onnur amboð”, kundi onkur Gerðamaður tikið til. Jú, sanniliga er framtíðin vorðin til nútíð. Tað er um at vera við á vogninum, sum sagt verður.