Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar fingu stig

Jákup Ósá

So fingu Føroyar sítt fyrsta stig í HM undankappingini, tá Føroyar og Kasakhstan býttu stigini á Tórsvølli.

So fingu Føroyar sítt fyrsta stig í HM undankappingini, tá Føroyar og Kasakhstan býttu stigini á Tórsvølli.

Áskoðararnir kundu verið fleiri í góðveðrinum, tá Føroyar í kvøld spældu dystin í hesum bólkinum, sum frá degi eitt hevur verið mettur sum dysturin, sum meir enn nakar annar skuldi geva stig í einum bólki, sum av fleiri er mettur sum ein sterkur bólkur.

Skjótt sá ein, at her vóru møguleikar hjá føroyska liðinum at fáa nakað burturúr. Einstakir møguleikar vóru eisini, men vit skulu bíða til næstan hálvleik áðrenn hol kom á. Hallur Hansson var maðurin, sum við framúr langskoti smekkaði bóltin upp í málhornið.

Men 10 minuttir inn í seinna hálvleiki javnaði Kasakhstan út, og tað var kanska ikki so óvæntað, tí Kasakhstan vísti eftir málið hjá Føroyum, at teir kundu nakað meir, tá á stóð. Málið skeyt Andrey Finoncheno, sum vann nærdystin inni í 5-metrinum. Hetta fekk føroyska liðið at vakna við aftur og kanska komst tað av, at Kasakhstan at síggja til sóu væl nøgdir út, so leingi sum tað var javnleikur.

Í yvirtíðini kundi Páll A. Klettskarð blivið stóri leikarin, tá hann fekk ein stóran møguleika, men hann fekk ikki stýrt bóltinum í málið. 1-1 bleiv endaliga úrslitið. Við hesum kom føroyska liðið á stigatalvuna og fingu eitt hart tiltrongt stig. Avrikið var eisini á góðari leið, har leikararnir stríddust hart fyri at fáa úrslit og sæð yvir allan dystin, so hevði tað ikki verið heilt av leið, um Føroyar vunnu dystin.

Harleyfacadeacryl