Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FM avgerðin fellur í morgin

Jákup Ósá

Kvinnurnar hjá KÍ kunnu í morgin tryggja sær 14. FM heitið á rað, um tær vinna dystin í Fuglafirði.

KÍ er 1 stig frammanfyri EBS/Skála undan seinasta umfarinum, sum verður spælt samstundis leygardagin. EBS/Skála møtir HB á heimavølli, meðan steypafinalistarnir møtast í Fuglafirði. Í steypafinaluni vann KÍ 5-1 móti ÍF. Í landskappingini vann KÍ fyrr í ár 12-0 í Klaksvík og 9-1 í Fuglafirði móti ÍF, so tað er eingin ivi um, at KÍ er stór favorittur til at vinna dystin og FM.

Dystirnir í seinasta umfarinum í kvinnudeildini byrja kl. 14.00.