Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Visjónin um “Føroyar sum eitt valdømi” spælt fullkomiliga fallit

John William Joensen

Við slagorðum sum; “Tingið skal føra landspolitikk” og “fleiri kvinnur á ting” og “Frælsið til veljaran at velja valevni, líkamikið hvar tey eru uppstilla” var aldar gamla valdømis skipanin við minst hugsandi meiriluta í løgtinginum – avtikin. Við einans 17 atkvøðum var uppskotið hjá táverandi Sambands løgtingsformanni samtyk – og allar Føroyar skuldu nú sleppa tí “ófólkaliga og nyttuleysa” lokalpolitikkinum og fara inn í eina nýggja øld við landspolitikki – sum sambært táverandi Javnaðar Løgmanni og Sambands Løgtingsformanni – skuldi verða til frama fyri allar Føroyar.

Við slagorðum sum; “Tingið skal føra landspolitikk” og “fleiri kvinnur á ting” og “Frælsið til veljaran at velja valevni, líkamikið hvar tey eru uppstillað” var aldar gamla valdømis skipanin við minst hugsandi meiriluta í løgtinginum – avtikin. Við einans 17 atkvøðum var uppskotið hjá táverandi Sambands løgtingsformanni samtyk – og allar Føroyar skuldu nú sleppa tí “ófólkaliga og nyttuleysa” lokalpolitikkinum og fara inn í eina nýggja øld við landspolitikki – sum sambært táverandi Javnaðar Løgmanni og Sambands løgtingsformanni – skuldi verða til frama fyri allar Føroyar.

“Vit eru so lítl – ikki størri enn ein donsk kommuna” var sagt umaftur og umaftur og ikki minst dámdu oddafiskarnir í høvuðsstaðarpressuni uppskotið og mæltu til at løgtingið slapp sær av við “lokalpolitikkin”!

Nú tvey løgtingsval seinri kunnu vit staðfesta at royndin við at gera Føroyar til eitt valdømi og eins og Grønland verða einastu lond í heiminum, sum hava slíka skipan, er fullkomiliga miseydnað.

Ein kanning sum var gjørd fyri tíð síðan, vísti at talið á kvinnum sum stilla upp til løgtingið er óbroytt, meðan talið á monnum sum velja at stilla upp er mika ein triðing.

Og tey størstu politisku málini, eru tunnilsmálini sum ferð eftir ferð hótta samgomgur og eru kanska bestu dømir um hvussu skeiv avgerðin var at gera Føroyar til eitt valdømi.

Enn kunnu økini kring landið takka valfeløgunum í suðurstreymi fyri at hesi hava sýnt eitt framúr vánaligt taktiskt arbeiði tá tað kemur til uppstilling, men tað kann bara verða ein spurningur um tíð til størsti parturin av tinginum verður mannaður við fólki búsitandi í høvuðsstaðnum.

Løgtingið ferð altíð at verða eitt ting sum tekur avgerðir, ið raka ymisku lokaløkini. Hvør skal hava tunnil og veg, hvar nýggir stovnar skulu liggja, hvar skúlar skullu byggjast og ikki minst niðurleggjast, og ikki minst hvussu og hvar skal heilsuverkið útbyggjast o.so.fr.

Tí eigur skipanin at tryggja at økir sum Sandoyggin, Suðuroy, Vágar og Norðoyggjar altíð eiga umboðan í hesum landsins hægsta tingið.

Men í minstalagið átti løgtingið at tikið stig til at “betra” um javnváðina við at lagt landið undir størri og sterkari kommunur, og her er als ikki nóg mikið til at gera norðoyggjar til eina kommunu – tí Norðoyggjar sum ein kommuna er ein alt ov lítil kommuna.

Tingfólk áttu at verið at sær komin og einaferð fyri alla fingið tryggja ymisku økjunum umboðan á løgtingið – tí tað kann neyvan verða nakar sum vil hava meira av sokallaðum “landspolitikki” sum vit hava sæð síðan valdømisskipanin varð avtikin.

Síðani valdømisskipanin bleiv broytt hevur løgtingið ikki megnað at funnið semju um at byggja fleiri undirsjóartunnlar og hesi mál hava kosta samgongu lívið – og enn berjist verandi samgonga fyri lívinum í júst sama málið.