Hóskvøldið 17. Oktober klokkan 19.30 hevur Norðoya Sjálvstýrisfelag aðalfund í Miðstovu (Spaniastovu), ið er í gomlu handilshúsinum úti í Klaksvíkini.
Hóskvøldið 17. Oktober klokkan 19.30 hevur Norðoya Sjálvstýrisfelag aðalfund í Miðstovu (Spaniastovu), ið er í gomlu handilshúsinum úti í Klaksvíkini.
Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu Jógvan Skorheim og Kristian Eli Zachariasen býráðslimur, fara at hava framløgur um býráðsarbeiði og spennandi verkætlanir, ið liggja fyri framman.
Skráin verður hendan:
1. Val av orðstýrara
2. Formansfrágreiðing
3. Framløga av rokniskapi
4. Val av nevnd
5. Framløgur við býráðslimun i Klaksvíkar Býráð
6. Ymiskt
Eisini verður gjørligt, at tekna seg sum lim í Norðoya Sjálvsstýrisfelag á fundinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Norðoya Sjálvstýrisfelag




