Video: Í 1990 spældu GÍ og KÍ finaluna í kappingini um løgmanssteypið.
Dysturin var leiktur í Gundadali 22.august, har KÍ vann sítt fyrsta steyp av týdningi í nógv ár. Leikarar sum Jákup Mikkelsen, Allan Mørkøre, Olgar Danielsen, Kurt Mørkøre og Todi Jónsson myndaðu KÍ liðið hendan dagin. Hæddarpunktini kunnu síggjast niðanfyri í minni góðum kvaliteti. Kvaliteturin versnar, um stórur skermur verður nýttur á youtube.




