Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útlendingar taka arbeiðini frá okkum!

Danial Viðoy

Danir eru bangnir fyri at útlendingar verða tiknir framum, tá ið arbeiðsgevarin setur fólk í starv. Óttin er kanska størri enn tann føroyski, vísir ein donsk kanning. Summi eru enn tá bangin fyri at verða blakað til hús til gagns fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Danir eru bangnir fyri at útlendingar verða tiknir framum, tá ið arbeiðsgevarin setur fólk í starv. Óttin er kanska størri enn tann føroyski, vísir ein donsk kanning. Summi eru enn tá bangin fyri at verða blakað til hús til gagns fyri útlendskari arbeiðsmegi.

Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, hevur í fleiri førum ført fram, at hann kundi hugsað sær, at treytirnar fyri útlendskari arbeiðskraft í Føroyum gjørdust liðiligari. Men enn hevur hann ikki gjørt nakað ítøkiligt við tankan. – Í Danmark er óttin ið hvussu er stórur fyri, at ov nógv útlendsk arbeiðsorka kemur til landið.

Ein umfatandi spurnarkanning er gjørd og úrslitið er eitt sindur ræðandi, tora vit at siga. Heili 73% eru bangin fyri at missa arbeiði til ein útlendskan handverkara. Men innan teir danskara, ið hava eina longri og drúgvari útbúgving eru tað 36%, ið føla seg hóttan av útlendskari arbeiðsorku.

Eisini vísir kanningin, at 59% av teimum spurdu halda, at útlendingar eru við til at trýsta lønina niður á danska arbeiðsmarknaðinum.

Men oddamaðurin fyri kanningini sigur eisini og ávarar, at útlendsk arbeiðsorka ikki bert kemur at raka handverkarar og landbrúksarbeiðarar. Eitt nú kann KT-vinnan ansa sær og ikki minst føla seg hótta.

Tað er heldur eingin ivi um, at økir innan føroyska arbeiðsmarknaðin tíðum kundu hugsað sær bíligari arbeiðsorku. Enn er útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum ikki tann heilt stóri trupulleikin. Føroyar eru smáar og tað er skjótt til at útboðið av føroyskum arbeiðarum vantað og neyðugt er at tilkalla útlendska arbeiðsmegi.

Føroyingar eru eitt fleksibult fólkaslag, og tað sæst eisini innan arbeiði. Tað eru nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands og kanska troka onkran lokalan av. Føroyskir sjómenn eru eitt gott dømi um eina vøru, sum útlendingar eru svangir eftir. – Tað er at fegnast um.

Ja hvør veit, kanska ræna føroyingar arbeiðspláss frá danskarum?

Kelda: jyllandsposten