Andreas Lava Olsen sigur við Norðlýsið, at hann verður ikki partur av føroyskum fótbólti í øllum førum fram til komandi summar.
Seinastu vikurnar hava nógvar søgur gingið um, at Andreas Lava Olsen, ið var álops profilur hjá Víkingi fyri nøkrum árum síðani, skuldi koma aftur til Víking og føroyskan fótbólt komandi ár. Norðlýsið hevur vent sær til hansara og hann sigur, at hetta ikki kemur uppá tal fyrr enn í fyrsta lagi komandi summar.
– Eg havi hoyrt hasar søgurnar. Men sannleikin er, at eg verið ikki liðugur við mína útbúgving fyrr enn komandi summar. So tað liggur nakað langt frammi í tíðini. Tá tað nærkast, so fari eg at taka støðu, sigur Andreas Lava Olsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.
Mynd: FSF




