Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hol í netinum sendi Leverkusen á toppin

Jákup Ósá

Løgin hending (video): Eitt av løgnastu málunum yvirhøvur kom í týsku Bundesliguni í kvøld.

Leverkusen er nýtt oddalið í týsku Bundesliguni eftir dystin í kvøld, har teir møttu Hoffenheim. Sidney Sam legði Leverkusen á odda í fyrra hálvleiki. Men tá 70 minuttir vóru leiktir, kom avgerandi málið í dystinum, sum fer at fáa yvirskriftirnar í langa tíð. Stefan Kiessling skallaði bóltin móti málinum. Bólturin fór í síðunetið viðsíðuna av málinum, men eitt hol var í netinum, so bólturin endaði inni í málinum. Dómarin Felix Brynch bleiv snýttur og dømdi mál, meðan Kiessling, sum hevði angra seg yvir mista møguleikan, nú lat sum einki og so var 2-0. Hoffenheim minkaði um munin til 2-1, men tað bleiv endaliga úrslitið. Tískil gjørdist hetta holið í netinum avgerandi.

Leverkusen fór við sigrinum framum Bayern Munchen og legði seg á odda í deildini.

Málið kann síggjast niðanfyri.