Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgari mótmælir einsrætting

John William Joensen

Undrritaða heldur, at hetta ikki gevur stórvegis meining um einans Nýggivegur verður gjørdur til einvegis ferðslu. Undirritaða heldur, at okkurt annað eisini eigur at verða gjørt í samband við hesa umlegging, tí tað kunnu koma líka nógv akfør at koyra eftir Nýggjavegi sum áður, skrivar borgari í brævið til kommununa

Vísandi til bræv frá Klaksvíkar kommunu 18. Juli 2013.

Í brævinum verður upplýst, at Klaksvíkar kommuna ætlar at gera ferðsluna eftir Nýggjavegi einvegis norðureftir. Hetta viðførir, at ikki ber til at sleppa inn á økið frá Fossagøtu, men øll ferðslan kemur inn frá Oman Eið, skrivar borgari í brævið til kommununa

Undrritaða heldur, at hetta ikki gevur stórvegis meining um einans Nýggivegur verður gjørdur til einvegis ferðslu. Undirritaða heldur, at okkurt annað eisini eigur at verða gjørt í samband við hesa umlegging, tí tað kunnu koma líka nógv akfør at koyra eftir Nýggjavegi sum áður. Tað er týdningarmikið at minnast til, at vegakervið við hesi umlegging gerst uml. 500 metrar styttri, hetta kemur jú at síggjast aftur onkrastaðni. Harumframt mugu akfør við ætlaðu umlegging koyra langan umveg fyri at koma á Nýggjaveg.

Ynskilit hevði verið, at Nýggivegur gjørdist einvegis frá Fossagøtu og suðureftir móti Oman Eið – og síðani lat man Uppsalagøtu upp fyri einvegis ferðslu frá Oman Eið til Fossagøtu. Við hesum slepst undan longum umvegum og eisini skuldi hetta givið eina tryggari ferðslu. Eisini er týdningarmikið at minnast til, at líkfylgi til tíðir brúka Nýggjaveg, hetta kemur ikki at bera til við ætlaðu umlegging, skrivar borgari í brævið til Kommununa.