Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Halgir Winther Nagata: Tað var ein tekniskur feilur sum nú er rættaður

vevlistin

Í gjárkvøldið varð gjørt vart við ein feil í keldukotuni hjá in.fo, sum hevði við sær, at teljarin hjá Google Analytics í umleið helvtini av førunum varð settur inn tvær ferðir. Hetta merkir, at einkultar sýndar síður til tíðir vórðu taldar sum tvær. Vevlistin brúkar tølini sum Google Analytics mátar, og tí hevði hetta við sær, at talið av sýndum síðum hjá in.foá Vevlistanum tyktiskt hægri, enn tað í veruleikanum er.

Í gjárkvøldið varð gjørt vart við ein feil í keldukotuni hjá in.fo, sum hevði við sær, at teljarin hjá Google Analytics í umleið helvtini av førunum varð settur inn tvær ferðir. Hetta merkir, at einkultar sýndar síður til tíðir vórðu taldar sum tvær. Vevlistin brúkar tølini sum Google Analytics mátar, og tí hevði hetta við sær, at talið av sýndum síðum hjá in.fo á Vevlistanum tyktiskt hægri, enn tað í veruleikanum er.

Málið varð kannað, so skjótt sum hetta gjørdist greitt. Takkað veri nágreiniligu kanningini, sum brúkarar á Facebook bólkinum “Føroyingar og OpenSource” framdu, bar til hjá in.fo at finna og rætta feilin longu seinnapartin í dag. Vevlistin hevur fylgt við tølunum, sum eru komin inn síðani, og alt bendir á at villan er komin í rættlag, og at tølini nú avspegla veruliga trafikkin á heimasíðuni in.fo.

Google Analytics er heimsins mest brúkta vevmátingarskipan. Tí eru øll tøl á Vevlistanum heintaði beinleiðis úr hesari skipan, fyri at trúvirðið altíð skal vera í hásæti. Einasti møguleiki fyri, at tølini gerast skeiv, er at brúkarin sjálvur ger eina villu í implementeringini av teljaranum, ein vandi sum allar vevmátingarskipanir hava til felags.

Á Vevlistanum hevur kundin sjálvur ábyrgd av rættari implementering av Google Analytics teljaranum. Frameftir hevur Vevlistin broytt mannagongd, soleiðis at implementeringin av teljaranum verður kannað, áðrenn nýggjar síður leggjast afturat listanum, fyri at fyribyrgja at slíkar villur aftur gera seg galdandi.

Halgir Winther Nagata

Vevlistin.fo