Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsdagarnir draga nógv fólk til Klaksvíkar

John William Joensen

Í morgun kl. 8:30 sessaðust handilsfólk úr Klaksvík við stóra fundarborið á Norðlýsinum har stjórin í Norðoyatunnlinum, Uni Dánielsen, greiddi frá at tøl hjá Norðoyatunnlinum góðu greiða ábending um at Tunnilsdagarnir draga nógv fleiri fólk til Klaksvíkar enn tað øvugta.

Norðlýsið hevði sett handilsfólkum í Klaksvík stevnu, har endamálið var at kunna um og eftirmeta tunnilsdagarnar og stjórin í Norðoyatunnlinum kundi út frá hagtølunum staðfesta at tað loysir seg at gera nógv burtur úr tunnilsdagarnar og at áhugin hjá fólkið framvegis er stórur hesar dagarnar. Harafturat staðfesti hann at Summarfestivalurin og Sjómannadagarnir draga nógv fólk til Klaksvíkar tí tá er mesta ferðslan í Norðoyatunnlinum.

Gjaldstøðin hjá Norðoyatunnlinum telur og skrásetur einans ferðslu sum ferð úr Klaksvík og sambært hesum var mesta ferðslan frá Kl. 17 og tað merkir at fólk sum fyrr um dagin eru komin til Klaksvíkar seint seinrapartin fara heim aftur. Norðoyingar fara flestur av bygdini um morgunin og fram til kl. 15 men hetta tíðarskeið telur gjaldstøðin færri akfør.

Seinri í dag verður video av fyrilestrinum lagdur út á nordlysid.fo