Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FCK tapti ruddiliga í kvøld

Danial Viðoy

FCK vórðu satt at siga smurdir av í Istanbul í kvøld í móti Galatasaray. Endaliga støðan gjørdist 3-1 til Galatasaray. Galatasaray átti allan fyrra hálvleik og skoraðu øll trý málini tá. Í seinna hálvleiki slapp FCK eitt sindur upp í og fingu teir eitt troystarmál í endanum av dystinum.

FCK vóru húðflongdir av Galatasaray í fyrra hálvleiki. Og í seinna hálvleiki hevði Galatasaray stýr á tingunum fyri tað mesta, men lótu kanska FCK sleppa ov nógv.

Teir úr danska høvuðsstaðnum fingu ikki beinini fyri seg í fyrra hálvleiki. Frá fyrsta brískli runnu teir úr FCK aftaná og fáir glottar vóru, har FCK kundi gera nakað.

Skjótt Galatasaray misti bóltin, vóru teir klárir at jagstra. Nei, har var einki at gera hjá FCK í fyrra hálvleiki.

– FCK spældi ikki í fyrra hálvleiki, segði Jesper Grønkjær, fyrrverandi Chelsea-leikari og FCK-leikari.

– FCK tapti allar flestu innanhýsis uppgerðirnar í fyrra hálvleiki. Tað kann ikki gerast verri í seinna hálvleiki, segði Grønkjær eisini.

FCK spældi ein betri seinna hálvleik og fingu eisini eitt mál.

Galatasaray var klárt betra liðið í kvøld, serliga í fyrra hálvleiki. Nei, tað var ikki nógv at gera hjá FCK í kvøld. – Nú verður torført hjá FCK at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, sum tað heldur ikki var vænta, at teir fóru.