Á fundi við Handlarnir í Klaksvík á Norðlýsinum týsmorgunin, greiddi stjórin í Norðoyatunnlinum, Uni Danielsen, frá at prísirnir eru lækkaðir nógv síðan tunnilin var tikin í brúk. Serliga tunga ferðslan hevur fingið munandi lægri prísir.

Uni Danielsen greiddi m.a. frá at síðan 2006 er miðal prísurin í Norðoya Tunnlinum lækkaður 30 krónur.
– Í 2007 rindaði ein vanligur bilur við 20 túra kubba 102 kr. pr. túr og í 2013 rindar hann 55 kr. men tølini siga eisini at hóast prísurin at koyra gjøgnum tunnilin er lækkaður munandi síðan tunnilin var tikin í brúk so økist ferðslan ikki samsvarandi príslækkingini.
– Í 2007 kostaði tað 420 kr. pr. túr hjá einum treylara við 20 túra haldi at koyra gjøgnum tunnilin. Í 2013 rindar hesin sami bilur einans 160 kr. pr. túr.
Sí VIDEO