Ein millión stendur uppá spæl leygardagin, tá B36 og NSÍ kappast um seinasta Europa League atgongumerkið.
Tað stendur nógv uppá spæla hjá B36 og NSÍ leygardagin, tá seinasta umfar í Effodeildini er á skránni.
Einasti veruligi spenningurin í Effodeildini til seinasta umfar er, hvør fær seinasta Europa League plássið. Hetta plássið gav í ár umleið 900.000 kr. frá UEFA og væl meira hjá Víkingi, ið spældi seg víðari. Eisini HB var sekund frá at spæla seg víðari. Upphæddirnar hjá UEFA hækka sum oftast fyri hvørt ár og tí er ikki óhugsandi, at upphæddin komandi ár liggur um milliónina bara fyri at luttaka umframt at góður møguleiki kann vera fyri at spæla seg víðari og harvið tjena nógv meira.
Undan seinasta umfarinum liggur B36 1 stig frammanfyri. Bæði liðini hava sera truplar dystir seinasta umfarið. B36 skal til Fuglafjarðar at spæla móti silvur vinnarunum úr ÍF, meðan meistararnir vitja NSÍ við Løkin. Vinnur NSÍ sín dyst, so klárar B36 seg ikki við javnleiki í Fuglafirði, meðan ein javnleikur hjá NSÍ undir ongum umstøðum er nokk, tí B36 hevur 6 mál betri í málúrtøku og neyvan tapir so stórt.
Tískil stendur nógv uppá spæl, har B36 hevur fyrimunin av at kunna avgera tað sjálvir.




