Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kann Páll gerast toppskjútti?

Jákup Ósá

Støðan hjá KÍ toppskjúttanum undan seinasta umfarinum er betri enn hon var undan seinasta umfarinum í fjør, tá hugsað verður um at røkka máltindinum.

Í fjør deildu Páll A. Klettskarð og Clayton Soares heiðurin sum toppskjúttar í Effodeildini. Men tað sá einki út hjá Páll undan seinasta umfarinum, tí Clayton var tá 3 mál frammanfyri. Í seinasta dystinum hevði ÍF truplan dyst móti HB, ið endaði 0-0, meðan KÍ spældi á heimavølli móti niðasta liðinum, ið var FC Suðuroy. Páll skoraði 3 av málunum í 7-1 sigrinum hjá KÍ og kom tískil á 1. plássið saman við Clayton. Báðir skoraðu teir 22 mál.

Í ár er støðan ikki heilt ólík. Klæmint A. Olsen er í løtuni toppskjútti við 19 málum. Men í mun til í fjør, so er Páll ikki einsamallur um at elta Klæmint. Leif Niclasen hevur eins og Páll skorað 17 mál, meðan Finnur Justinussen hevur skorað 16 mál. Clayton Soares liggur á 14 málum og hevur neyvan møgueika at røkka 1. plássinum á toppskjúttara listanum í ár.

Í seinasta dystinum hevur toppskjúttin Klæmint helst tann truplasta dystin av teimum øllum, tá meistararnir úr HB, ið hava latið minst mál inn, vitjar. Páll og Finnur skulu báðir møta niðurflytarum, har Páll hevur á pappírinum lættara dystinum við heimadysti móti niðasta liðinum 07Vestur. Tí er neyvan óhugsandi, at Páll fer at taka bæði brotsspørk og fríspørk, ið kunnu geva mál, eins og nógv verður gjørt í dystinum frá m.a liðfeløgunum fyri at fáa fleiri mál til KÍ toppskjúttan, um umstøðurnar fara at loyva hesum. KÍ hevur tó ikki vunnið á heimavølli í landskappingini í 182 dagar og tí er ikki vist, at heimaliðið fær eins lættan dyst sum í seinasta umfarinum í fjør hóast talan í báðum førum er um mótstøðulið, ið liggur langt aftast.