Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Hendriksen níti

John S. Myllhamar

Hin 19. oktober fylti Karl Hendriksen níti ár. Karl er ættaður úr Mikladali.

Hin 19. oktober fylti Karl Hendriksen níti ár. Karl er ættaður úr Mikladali.

Hann byrjaði at læra á bedingini í Klaksvík, men hevur búð stóran part av lívi sínum í Havn. Í 1954 byrjaði hann at starvast á Tórshavnar skipasmiðju, har hann var í 28 ár til saman. Hann var m.a.við til at byggja fyrsta stállínuskipið, sum bygt var í Føroyum, “Porkening”.

Eisini arbeiddi hann sum húsasmiður eitt skiftið.

Karl hjálpti til sum klokkari við Havnar kirkju og avloysti eisini sum deknur har. Eisini var hann ein teirra, sum spældi urgu í meinigheitshúsinum og var virkin í tí arbeiðinum.

Nú eru fleiri ár síðan hann og konan, Elinborg, fluttu úr Havn og bygdu sær hús í heimbygd hansara Mikladali. Har byrjaði hann beinanvegin at taka lut í andaliga arbeiðinum sum urguleikari í kirkjuni. Hann fór eisini at hava sunnudagsskúla og møtir hvønn sunnudag.

Mong ár eru liðin síðan eg kom at kenna Karl. Hann er ein trúfastur, álítandi og góður vinur. Hóast vit búgva í hvør sínum enda á landinum, hava vit kortini ofta samband við hvønn annan og taka telefonina til eitt prát.

Altíð hevur Karl verið beskeðin, eitt nú, tá ið hann skuldi tala: “Man hetta vera ov vánaligt, sum eg havi skrivað niður”, kundi hann spyrja. Og so hevði hann tó allar gávur at halda eina talu á møti, og kom altíð væl fyrireikaður til tað.

Hugnaligt var at búgva í heimi teirra, tá ið ein var á møtiferð har norðuri, og blíðskapurin var altíð stórur.

Missurin var svárur fyri Karl, tá ið Elinborg doyði fyri trimum árum síðan.

Tey vóru sera nær knýtt. Har, hann var, var hon eisini.

Hóast Karl hevur rundað tey nýti, er hann tó lættur á fótum. Hann er nú búsitandi á Sambýlinum Oman Hoydalar í Havn. Men fyri tað situr hann ikki bara inni dagin langa. Hann tekur javnan bussin oman í býin, gongur túrar og vitjar inn í SMS, at hitta fólk, hann kennir..

Eg ynski vinmanninum hjartaliga til lukku við árinum og Guðs signing í

døgunum sum koma.

John S. Myllhamar