11.389 gjaldandi áskoðarar sóu KÍ á heimavølli í 2013, ið gevur eina knappa millión í inntøkum.
KÍ spældi í ár 14 heimadystir í landskappingini og so eina hálv finalu í steypakappingini. Og hóast KÍ størsta partin av árinum lá antin í miðjuni ella í botninum og bara vann 3 heima dystir móti báðum niðurflytarunum, so var stuðulin frá áskoðarunum sera stórur.
Tí frásøgumaðurin kundi í seinna hálvleiki í gjár í dystinum millum KÍ og 07Vestur kunngera, at 11.389 gjaldandi áskoðarar høvdu sæð heimadystirnar hjá KÍ í 2013. Hetta gevur eina inntøku á 911.120 krónur.
Mynd: Anton Højgaard




