Tað ljóðar, at KÍ ætlar sær verjuálitið í HB miðverjuni til næsta ár.
Tað ljóðar, at KÍ ætlar sær verjuálitið í HB miðverjuni til næsta ár. NSÍ er eisini upplagdur møguleiki, um Jóhan velur at skifta felag.
Jóhan Troest Davidsen hevur verið ein av lykla leikarunum í HB verjuni í ár. Sum ein av bestu verju leikarunum í Effodeildini hevur hann vunnið sær pláss í uppstillingini á landsliðinum aftur. Men leikarin stendur uttan sáttmála næsta ár. Við tað at Jóhan tykist vera upplagdur í landsliðshópinum næstu árini, so fer hann eisini at geva feløgunum landsliðspengar í kassan, nú EM undankapping byrjar aftur, har ECA pengarnir koma aftur inn í føroyskan fótbólt. Komandi tvey árini geva landsliðsleikararnir minst 165.000 kr. um árið, um upphæddirnar ikki lækka í mun til seinastu EM undankapping og tað tykist lítið sannlíkt at tær gera. Tí er Jóhan eyka áhugaverdur hjá føroysku liðunum.
Tað hevur ljóðað í Tórshavn seinastu dagarnar og serliga kring HB leguna, at KÍ hevur gjørt eina rættuliga seriøsa atsøkn fyri at fáa Jóhan Troest Davidsen til Klaksvíkar. KÍ skal hava boðið ein góðum sáttmála. Í KÍ hevur man í Ndende fingið verjukenda miðvalla leikaran uppá pláss og nú tykist upplagt, at miðverji stendur ovast á ynkislistanum hjá klaksvíkingum.
Barndómsfelagið hjá Jóhan er NSÍ. Og har tykist miðverjan eisini vera eitt økið, sum kann styrkjast til næsta ár. Tí er ikki óhugsandi, at NSÍ eisini fylgir støðuni hjá Jóhan Troest Davidsen.




