Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn eyðmýking av venjaranum sum vann HB FM

John William Joensen

Meðan HB venjarin, Oddbjørn Joensen, var í sjónvarpsstovuni í Kringvarp Føroya gjárkvøldið, hevði HB leiðslan eftir øllum at døma longu tikið avgerð um ein trý ára sáttmála við NSÍ venjaran Heðin Askham. Sjálvur hevur Oddbjørn Joensen onga viðmerking.

Í bakspeglinum var tað kanska vantandi at HB fekk nýggjan venjara, tí hóast HB longu varð meistari tvey umfør áðrenn kappingarlok vildi HB ikki boða frá at Oddbjørn slapp at halda fram, men ístaðin arbeiddi leiðslan í felagnum aftan fyri leiktjøld við at finna ein avloysara. Nú kann man so staðfesta at HB leiðslan alla tíðina hevur ætlað at fingið fatur á Heðin Askham, og tí hevur leiðslan í HB hildið Oddbjørn “henn” samstundis sum Heðin Aksham ikki hevur vilja bundið seg til NSÍ.

Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Oddbjørn, men hann ynskir ikki at tosað við fjølmiðlar í løtuni.