Lagt er upp til undirhald á Viðareiði leygarkvøldið 2. november, tá KÍ hevur Ársveitslu.
Lagt er upp til undirhald á Viðareiði leygarkvøldið 2. november, tá KÍ hevur Ársveitslu.
Rudolf Joensen er royndur í leiki og kenna vit hann øll sum skemtara í Klaksvíkar Sjónleikarafelag og sum Gekkavert. Rudolf sat ikki longi á boðunum, tá hann var spurdur um kjansin.
– KÍ fyllir nógv í lokalsamfelagnum. Mennirnir hava tað trupult og kvinnurnar eru omaná, so her er nokk av stoffi at hugleiða útfrá, sigur Rudolf við einum gekkasmíli.
Ársveitslan verður á Hotel Norð leygarkvøldið 2. november. Á skránni er m.a. 3 rættað menu, Blususøla og Bláa Bylgja velur ársins leikarar og ársins stjørnuskot hjá kvinnum og monnum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri hevur røðu eins og Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Í aðrari grein her á Norðlýsinum róði Tummas framundir at ein møgulig avdúking kundi komið uppá tal leygarkvøldið, so tað verður spennandi um KÍ hevur lagt meir aftrat hópinum, eftir at Ndende varð kunngjørdur mánadagin.
Atgongumerkið á 300 kr. fáast til keyps í EFFO-støðini í Klaksvík. Atgongumerki gevur 50 kr. í avsláttri til dansin í Skálanum við Hallur Joensen og Karl Martin Samuelsen.
Ókeypis bussar koyra frá sandinum kl. 19 til Viðareiðis og inn aftur til Klaksvíkar nakað eftir midnátt.




