Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókin “Linga og Mallus” er nú uppaftur prentað

Tíðindaskriv

Bókin “Linga og Mallus” er ivaleyst mest eftirspurda bók í Føroyum í nýggjari tíð.

Bókin “Linga og Mallus” er ivaleyst mest eftirspurda bók í Føroyum í nýggjari tíð.

Hon kom út í apríl 2012, og varð útseld eftir nøkrum fáum vikum! Síðani hevur verið dúgliga spurt, nær hon fór at verða uppaftur prentað?

Nú kemur hon út aftur!

Frá umleið 1. november verður hon at fáa í bókabúðum í Klakksvík, Tórshavn, Runavík og á Tvøroyri.

Bókin kostar kr. 200

——

Frá sama høvunda er í ár útkomin bókin um Óla Jákup – Express “Úrmælingur í 20. øld”.

Óla Jákup var kanska Føroya størsti uppfinnari, royndi at kalla alt møguligt og ómøguligt, var ferjumaður, lýsibræðari, spreingimeistari, grótbrotaeigari, kendur kommunupolitikari, ein av fremstu monnum í Klakksvíksstríðnum, væl upplagdur og um somu stund skemtingarsamur og ein álvarsmaður í botn og grund.

Bókin kostar kr. 200.

Tað er sp/f Status í Klakksvík, sum gevur bøkurnar út.