Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlaflokkur vitjað borgarstjóran

Txt. og myndir: Dávur Winther

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim fær nógvar ymiskar vitjanir í starvi sínum. Í dag var ein hópur av næmingum úr 8. og 9. flokki við Skúlan á Ziskatrøð og vitjaði borgarstjóran. Næmingarnir eru við í eini verkætlan um býráðsarbeiði.

Borgarstjórin greiddi frá, hvat umsitingin tekur sær av og hvussu býráðslimirnir eru skipaðir í nevndir og býráð, har felags avgerðir verða tiknar, borgarunum at frama.

Eisini varð komið inn á spennandi verkætlanina kring bygging av nýggjum skúla á Ziskatrøð, umvæling av Svimjihøllini og virksemið hjá ungdómshúsinum, Húsið.

Eftir fundin við næmingarnar, sum var inn í einum av teimum størrum fundarhølunum á Býráðsskrivstovuni, varð farið runt í umsitingarhúsinum og inn á skrivstovuna hjá borgarstjóranum, har hann greiddi teimum frá gerandisdegi sínum.

Til seinast sluppu næmingarnir Samuel Gunnarstein, Tommy Carlssen, Agnar Christiansen og Levi Lydersen at sita í stólunum í býráðshøllini, har býráðslimirnir vanliga sita – so sigast kann, at teir eisini hava roynt seg sum býráðslimir eina løtu. Kanska er ein spíri lagdur til komandi býráðslimir her?