Svøríki vann 5-0 ímóti Føroyum í kvinnu landsdystinum í kvøld.
Støðan í hálvleikinum var 4-0. Í seinna hálvleiki kann nevnast, at føroyskur leikari tvær ferðir var frammanfyri miðjuna og nært bóltin, og tað sigur alt um dystargongdina. Førroyska liðið valdi at leggja seg við øllum leikarunum kring brotssteigin og tí var als einki spæl at síggja. Sum oftast bleiv bólturin skotin vekk ella útav vøllinum. Í 88. minutti fekk Heidi Sevdal tó ein stóran møguleika eftir verju mistak í svensku verjuni. Men svenski málverjin bjargaði væl. Samstundis var hetta fyrstu og einastu ferð í dystinum, at málverjin hjá Svøríki nam við bóltin.
Endaliga úrslitið uppá 5-0 var tó neyvan størri tap enn væntast kundi, tí Svøríki verður mett sum eitt av bestu kvinnu landsliðunum í heiminum.




