Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kl: 17:30 – Heimapartarnir verða fluttir til Klaksvík

John William Joensen

Í løtuni verða hvalir sum verða býttir til heimapartar í Klaksví, fluttir til Klaksvíkar, og skorið verður upp á vestaru síðu á kajuni fammanfyri frystivirkið NFCS. Lýst verður nærri seinri nær seðlarnir koma út og hvussu verður við drápspartunum.

KL. 17:30 Í løtuni verða hvalir sum verða býttir til heimapartar í Klaksví, fluttir til Klaksvíkar, og skorið verður upp á vestaru síðu  á kajuni fammanfyri frystivirkið NFCS. Lýst verður nærri seinri nær seðlarnir koma út og hvussu verður við drápspartunum.

KL. 16: 22 – Sýslumaðurin sigur at í løtuni verður arbeitt við at býta heimapartar tilKlaksvík og  avlopið verður so tildrápspartar og rakstrarpartar har umleið 300 mans hava melda til. Seinast tágrind var í Viðvík fingu allar bygdir í Norðoyggjum uttan Klaksvík. Enn er ikkigreitt nær seðlarnir koma út men skorið verður upp á bryggjuni í Norðdepli

Kl. 13:45 – Grindin gjørt landgongd á Sandoyrabuð

Sýslumaðurin sigur at tað tók einar 10 – 15 minuttir atdrepa grindina sum gjørdi landgongd beint norðanfyri byrgingina í Hvannasundi áSandoyrabuð. Ein leystlig meting sigur at gridin telir ikki 100 hval.

Kl. 13:15 Grindin gongur nú skjótt inn í Sund og drápið byrjar vantandi um 10-15 min.

Kl:12:22 – Grindin er stødd út fyri alibrúkinum undir Leiti á Viðoynni

Kl. 11:55 Grindin komin norð fyri Múlan og er nú stødd beint út fyri Múla bygd. Mett verður at grindin telur eini 100 hval.

Kl. 11:25 Grindin komin norð fyri Múlan og nú síggjast bátarnir av Viðareiði og tað gongur spakuliga. Ætlanin er at halda hana til í Hvannasundi. 

Kl. 10:42 Umleið seks bátar eru hjá grindini og veðrið er av tí besta. Gindaformaður er k0kin úr Hvannasundi og grindin , sum gongur heldur spjødd, er spakuliga á veg norðureftir

Kl. 9:49 Ein bátur liggur hjá grindini sum kl 8 í morgun var funnin norðanfyri byrgingina í Haraldssundi. Tað tekur umleið ein tíma at sigla til grindina úr Klaksvík og fleiri bátar eru á veg. Eisini eru bátar farnir úr Hvannasundi.

KL: 9:04  Grindin rekast norður í Hvannasund: Sýslumaðurin sigur at av tí at Haraldssund ikki er grindavág verður grindin helst rikin um Múlan og inn í Hvannasund har hon verður hildin til norðanfyri byrgingina.

KL: 8:39 – Eg fann grindina kl. 8:01, sigur Rasmus Magnusson, sum júst tá stemplaði inn á alibrúkinum í Haraldssundi. – Grindin liggur mitt á fjørðinum millum Svartadal á Borðoynni og bygdina Haraldssund og talan er um einar 100 hval. Vit fara nú at royna at halda henni burtur frá alibrúkinum og biðja eftir fleiri bátum, sigur Rasmus Magnusson


Kl. 8:15 – Tað verður boða frá grind í Haraldsundi, norðanfyri byrgingina við Svartadal á Strond. Vit vita ikki meira í løtuni, men so skjótt sum nakað nýtt er at frætta, verður hetta boða.