Hóast Strandfarðarskipini verða vantandi løgd í morgin vegna verkfall verður limafundurin í Javnaðarflokkinum hildin sum ætlað sigur Aksel V. Jóhannesen og samstudis sigur hann seg ikki havað sæð brævið frá Heðin Mortensen.

Verkfallið verður í fyrstalagið frá kl. 17 og tí skuldi ikki verði neyðugt at útsett fundin, tí hann er ásettur at byrja kl.12 og enda klokkan 15. Samband er baði il Sandoynna og Suðuroynna eftir fundin.
– Á fundinum í morgin hava lokalfeløgini ynskt at fáa Gerhard Lognberg burtur úr flokkinum, tí mett verður at tað er hetta sum skal til fyri at skapa frið í flokkinum, soleiðis at flokkurin frameftir virkar sum ein eind.
– Tað er ikki nøktandi at flokkurin ferð eftir ferð stendur spjaddur í týðandi málum og tí meta feløgini at hetta álvarsama stig er neyðugt at taka. Hetta havi eg tikið til eftirtektar og so síggja vit hvørja niðurstøðu flokkurin kemur til í morgin, sigur Aksel V. Jóhannesen.
Spurdur um hann hevur sæð brævið sum næstformaðurin í Javnaðarflokkinum hevur sent honum, sigur hann soleiðis;
– Eg eri ikki partur av nevndini hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og tí havi eg ikki sæð brævið og kann tí heldur ikki viðmerkjaa innihaldið.