Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Fleiri broytingar í vinnuni í Klaksvík

John William Joensen

Fundurin, sum Vinnulívsráðið í Klaksvík skipaði fyri hóskvøldið á Sjónámi, var sera áhugaverdur og viðkomandi. Hann var hildin fyri fullum húsi, fyri einum sera breiðum áhoyraraskarða.

Fundurin, sum Vinnulívsráðið í Klaksvík skipaði fyri hóskvøldið á Sjónámi, var sera áhugaverdur og viðkomandi. Hann var hildin fyri fullum húsi, fyri einum sera breiðum áhoyraraskarða.

Á upplýsandi fundinum, sum Vinnulívsráðið skipaði fyri í Sjónámi hóskvøldið, kom týðiliga til sjóndar, at broytingar verða gjørdar hjá Bakkafrost, sum verða framdar í seinasta lagi í 2015. Tó skal sigast, at bygningurin er vælegnaður til ymsikar vinnumøguleikar.

Tá verður Kryvjivirkið í Klaksvík niðurlagt og flutt út á Glyvrar, har stóri parturin av virkseminum verður sentraliserað. Eingin kemur tó at missa arbeiði, fastsló Regin Jacobsen, stóri á Bakkafrost.

Stjórin á Bakkafrost greiddi sera væl frá gongdini hjá felagnum frá byrjan, søguni um upp- og niðurgongdir gjøgnum árini, og greiddi frá góðu úrslitunum seinastu árini. Hann segði m.a., at teir høvdu vent møguleikunum fyri at fáa uppaftur meiri fyri hvørt kilo av laksi

Harðar kappingartreytir

Allir pílar vístu greitt, at best fyri virkið var, sum ídag og framyvir fer at fáa stórar avbjóðingar og kappingar úti í heimi, at teir máttu gera seg væl út til at taka hesa kapping upp og vónaði, at teir komu at liggja millum tey tíggju størstu alivirkini í komandi árum.

Samstundis vísti hann á, at í Klaksvík, kom hesin bygningurin framvegis at standa. Hann segði eisini, at hann var áhugaður í, at vera við í eini menning, um annað virksemi varð tikið upp, og hann lat “spakuliga” lýsa ígjøgnum, at onkur prát við fólki her høvdu verið, um hvat kundi gerast í framtíðini

Hann var sera greiður og eisini, tá hann svaraði mongu spurningum, sum komu frá áhoyrarum, tá ein løta var løgd upp til eitt lívligt kjak.

Ferð á innovatiónina

Eftir ein støðg við kaffimunni og práti. Hevði Rani Nolsøe ein fyrilestur um innovatión og vísti á menningina frá uppruna við gransking og íverksetan til framleiðslu og marknaðføring, sum kom at hava ein uppaftur størri týdning í framtíðini, og har áttu vit at vera betur við.

Hetta má sigast at vera ein sera væl eydnaður fundur, har ein breiður áhoyraraskarði var til staðar av víðfevndum vinnulívsfólki, verkmannafólki, lands- og kommunalpolitikarum.

Annars varð upplýst, tá fundurin endaði, at Vinnulívsráðið hevði ætlanir um fleiri tílíkar fundur og fundir av ymiskum slagi ígjøgnum veturin. Hetta má sigast at vera vælkomið, fyri at fáa eitt uppaftur betri samstarv av vinnulívsfyritøkunum í Klaksvík.

Vinnulívsráðið í Klaksvík skipar fyri almennum fundi from Norðlýsið on Vimeo.