Nú Tórshavnar Býráð hevur samtykt, at eitt ungdómsráð skal veljast í Havnini beint eftir nýggjár, so haldi eg at Klaksvíkar Býráð átti at kannað, um áhugi var fyri at sett á stovn eitt ungdómsráð í Klaksvík.

Tórshavnar Býráð skrivar nakað soleiðis um ungdómsráðið:
“Endamálið við hesum er at styrkja fólkaræðið í kommununi, við at skipa eitt ráð, har ung, sum í dag ikki hava valrætt til býráðið ella løgtingið, fáa eina rødd í politisku skipanini.
Uppgávurnar hjá ungdómsráðnum kunnu sammetast við uppgávurnar hjá Eldraráðnum.
Valrætt til ungdómsráðið eru øll ímillum 14 og 22 ár og tað eru eisini ung í hesum aldursbólki, ið kunnu stilla upp til val til ráðið. Hvørt valskeið verður tvey ár.”
Eg haldi sjálvur, at hetta hevði verið sera áhugavert roynt. Eg legði til merkis í samband við síðsta býráðsval, hvussu ótrúliga skilagóð tey ungu eru í Klaksvík. Tey høvdu fleiri ætlanir um hvussu Klaksvík kundi verða ein betri býður at búgva í.
Eg ivist ikki í, at ungdómurin í Klaksvík við sínum egna ráðið, hevði fingið nógv burturúr.
Vinaliga
Petur Martin Hansen
Formaður í Norðoya Javnaðarfelag