Tað er vón fyri avvarðandi sum liva saman við alkoholikarum ella sum eru tætt at teimum. Hetta slær psykoterapeuturin Poula Eidesgaard fast. Og hendan pástand tekur hon ikki úr leysum lofti. Hon er sjálv eitt dømi um, hvussu tað ber til at fóta sær, hóast ein livir saman við einum virknum alkoholikara. Poula Eidesgaard fer at halda fyrilestur í Miðhøllini í Leirvíkarskúla í annakvøld týskvøldið klokkan 19.00.
-Eg møtti fyrra manni mínum sum blaðung. Og tá ið vit møttust var hann akkurát sum allir hinir dreingirnir. Men skjótt vísti tað seg, at hann var øðrvísi, tá íð tað snúði seg um rúsdrekka. Tað fylti meira og meira og eg visti ikki, hvat var galið, annað enn at eg var ólukkulig. Og í hesi ólukkuligu støðu førdi lívið meg til fólk sum høvdu sama trupulleika og vit hittust í felagsskapi og her byrjaði ein long, drúgv og pínufull gongd, sum at enda setti meg fría. Og tað er hesa tíð, har tað myrka vendist til ljós, sum eg vil røða um í fyrilestrinum í Leirvíkar skúla, sigur Poula Eidesgaard.
-Alkoholisma er ein deyðilig sjúka. Og fyrr maður mín slapp ongantíð burtur úr henni. Hann doyði alt ov ungur fyri fáum árum síðani frá sínum einasta soni, sum er okkara barn, sigur Poula Eidesgaard.
Poula Eidesgaard er útbúgvin psykoterapeutur og gjøgnum hesa útbúgving og tí persónligu terapi, sum fylgir við útbúgvingini fekk hon rættuliga høvi at arbeiða við hennara leikluti sum avvarðandi, eitt arbeiði, sum byrjaði longu, tá íð hon var blaðung og hevði ein virknan alkoholikara spillivandi inni í gerandisdegnum.
-Og mín niðurstøða er greið. Hóast tað mangar sær fullkomiliga vónleyst út, so er vón, og tú kann gera nakað, sigur hon.
Fyrilesturin er ein partur av eini fyrilestrarrøð, sum hevur verið hildin í Miðhøllini í Leirvíkar Skúla og tiltakið er skipað við tónleiki og fyrilestri og kaffi við onkrum góðum afturvið. Tað verður Rósa Tovudóttir úr Havn, sum fer at syngja og Jógvan Mortensen úr Klaksvík fer at spæla undir. Tiltakið kostar 100 krónur.




